Tað almenna má seta greiðari krøv til síni partafeløg

26. mars. 2018 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar eina grundleggjandi viðgerð av uppgávunum hjá almennum partafeløgum og grunnum

Tá Atlantic Airways og LÍV herfyri fráboðaðu, at tey hava avgjørt at byggja nýtt hotel í Havn, var tað skjótt at kjak tók seg upp, um hetta er ein uppgáva hjá einum almennum partafelagi. At slíkt kjak kyknar, er ikki so løgið, tí fleiri privat feløg eru longu á gistingarhúsmarknaðinum, ella eru á veg inn á hann. Tí er tað ein náttúrligur spurningur, hví eitt felag undir almennum eigaraskapi skal fara inn á sama marknað.

At almenn partafeløg og grunnar fara undir virksemi, sum liggur uppat ella í framhald av kjarnuuppgávunum hjá hesum feløgum, er tó ikki nakað nýtt. Tað eru nógv dømi um hetta, m.a. innan post, fjarskifti, flogferðslu og ferjusigling. At almenn partafeløg og grunnar verða stovnaðir at reka virksemi, sum er í beinleiðis kapping við fyritøkur undir privatum eigaraskapi, er uppaftur meira vanligt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar í sambandi við kjakið um hotellvirksemi hjá Atlantic Airways eitt meira grundleggjandi kjak um, hvørjar uppgávur mongu almennu partafeløgini og grunnarnir skulu røkja, og undir hvørjum treytum.

Almenn partafeløg eru sett í verðina at røkja eina ávísa, avmarkaða uppgávu. Partafelagsformurin er oftast valdur fyri at geva hesum fyritøkum størri frælsi at skipa seg. Endamálið hevur hevur neyvan verið, at feløgini skuldu fara undir virksemi á øðrum økjum. Men tað, at feløgini skulu rekast eftir handilsligum treytum ger, at tað kann virka lokkandi hjá feløgunum at fara undir annað virksemi afturat upprunaliga kjarnuvirkseminum.

Trupulleikin við, at partafeløg undir almennum eigaraskapi á henda hátt fara í kapping við privat partafeløg er, at almenni eigarin saktans kann liva við, at felagið ikki gevur nakað avkast. Slíkt marglæti hevur privati eigarin ikki ráð til. Hann hevur sett sínar pengar í eitt felag, sum skal geva avkast, og um tað ikki eydnast fyrr ella seinni, steðgar virksemið. Tí er skjótt, at talan verður um ójavna kapping, og at privat missa áhugan fyri at kappast á økjum, har alment felag hevur virksemi. Økta almenna virksemið kann tí verða viðvirkandi til at troðka burtur privat virksemi. Afturat hesum økist samlaði váðin hjá tí almenna, tess fleiri handilslig øki, tað almenna og almenn feløg fara inn á.

Í 2016 sendi Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eitt uppskot til eigarapolitikk til ummælis. Hóast uppskotið sum heild var óneyðuga tungt at umsita, vóru tó eisini nøkur góð ting í uppskotinum. M.a. var ætlanin at seta avkastkrav til partafeløg og grunnar undir almennum eigaraskapi.

Tó heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at áðrenn man fer at tosa um avkastkrav, eigur landið at spyrja seg sjálvt tveir grundleggjandi spurningar í s.v. øll síni feløg og grunnar:

Er tað framvegis neyðugt at hetta virksemið verður rikið undir almennum ognarskapi ella kann tað verða steðgað ella einskilt?

Um virksemið skal vera undir framhaldandi almennum ognarskapi, hvussu skilmarka vit so tær kjarnuuppgávur, sum felagið skal røkja, so tað ikki fer í holt við virksemi á økjum, sum tað privata er betri skikkað at taka sær av?

Hetta er tað grundarlagið, sum ein almennur eigarapolitikkur má hvíla á. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur longu í Vinnusjónarmiðnum frá 2011 gjørt vart við, at almennar fyritøkur, ið kunnu virka í kapping á privata marknaðinum, eiga at verða einskildar, og at avkastkrav eigur at vera til partafeløg og vinnuligar grunnar, har tað almenna hevur ein týðandi leiklut.

Vinnusjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag frá 2011 ”Koyrið so á motorin” kann finnast her. 

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L