Skærmbillede 2023 12 18 131406

Tað almenna má skapa betri møguleikar fyri burðardygga framleiðslu

18. desember. 2023 | Áskoðan | Burðardygd

Tað er stórur áhugi hjá føroyskum fyritøkum at gerast meiri burðardyggar.

Land og kommunur mugu tó í størri mun skapa røttu umstøðurnar fyri burðardygga framleiðslu innan serliga burturkast og grøna elorku.

Seinastu 10 vikurnar hava 29 føroyskar fyritøkur luttikið á arbeiðsfundum um burðardygd, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skipað fyri, har fyritøkurnar hava fingið amboð og ment førleikar at máta burðardygd og seta sær mál á burðardyggu kósini.

Á arbeiðsfundunum er komið fram, at fyritøkurnar ynskja sær betri umstøður frá tí almenna, so tað er gjørligt at framleiða meira burðardygt. Tað er ikki viljin hjá fyritøkunum sum bagir, men tað almenna hevur ein týðandi leiklut at fáa tað at bera til.

Burturkastøkið má raðfestast hægri
Arbeiðsfundirnir hava víst, at føroyskar vinnufyritøkur vilja endurnýta og endurvinna nógv meira tilfar. Skal hetta eydnast, er neyðugt, at politiska skipanin raðfestir burturkastøkið væl hægri.

Ein afturvendandi avbjóðing hjá føroysku vinnuni er at fáa til vega hagtøl og betri kunning um burturkastmongdir. Verandi skipan er ikki nóg góð, tí hon krevur umrokningarfaktorar ella manglar skrásetingar. Skal vinnan vera við til at menna burturkastøkið er eitt nú neyðugt við góðskutryggjaðum hagtølum, so tað ber til at máta framstig á hesum øki.

Meiri ferð á grøna orkuskiftið
Fleiri fyritøkur hava sett sær mál um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum og gera íløgur í elriknar skipanir. Ein felags avbjóðing fyri fyritøkurnar er, at grøna orkuskiftið gongur ov seint, og at bert helvtin av framleiddu elorkuni stavar frá varðandi orkukeldum. Hetta hevur við sær, at føroyskar fyritøkur hava eitt ov høgt CO2-útlát, hóast tær leggja um til meiri burðardyggar skipanir. Føroyska elorkan hevði í 2022 eitt útlát á 320 g CO2e fyri hvønn kWh. Hetta er høgt samanborið við okkara grannalond;

Danmark 103 g CO2e/kWh
Finnland 66 g CO2e/kWh
Svøríki 7 g CO2e/kWh
(Kelda:) https://www.eea.europa.eu/en/analysis/indicators/greenhouse-gas-emission-intensity-of-1

Føroyskar fyritøkur kappast við umheimin og tí er altavgerandi at vera við í burðardyggu umleggingini. At tað ikki ber til hjá føroyskum fyritøkum at lækka sítt útlát meir enn eitt vist, ger, at tað verður torførari at kappast við útlendskar fyritøkur, ið hjá okkara nærmastu kappingarneytum hava nærum óavmarkaða atgongd til grøna orku.

Tað er tí altavgerandi, at politiska skipanin tryggjar, at verulig ferð kemur á framleiðsluna av varandi orku. Skal tað verða lokkandi at reka vinnuligt virksemi í Føroyum, er eitt undirstøðukervi við nóg mikið av grønari og bíligari orku ein fyritreyt.

Gevandi arbeiðsfundir
Endamálið við fundarrøðini, sum Vinnuhúsið hevur skipað fyri seinastu 10 vikurnar,  hevur verið at hjálpa fyritøkum at eyðmerkja lyklatøl innan burðardygd, t.d. útlát, burturkast, javnstøðu og gjøgnumskygni. Neyðug hagtøl og vitan eru ein fyritreyt fyri at arbeiða við burðardygd og soleiðis seta mál og taka avgerðir, ið gagna umhvørvinum og samfelagnum.

Av teimum 29 fyritøkunum, ið luttóku hava 22 fyritøkur ætlanir um at gera eina almenna frágreiðing og/ella lyklatøl fyri 2023, meðan hinar 7 fyritøkurnar arbeiða fram ímóti at gera hetta frá 2024. Hetta er eitt stórt stig á vegnum at fáa gjøgnumskygni, hvussu føroyska vinnan arbeiðir við burðardygd. Frammanundan eru tað eisini aðrar fyritøkur, sum hava gjørt almennar frágreiðingar um burðardygd

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L