Tað er dýrt ikki at hava fráboðanarfreist í semingslógini

18. mars. 2013 | Áskoðan

Vantandi fráboðanarfreistin í semingslógini hevur við sær, at fyritøkur mugu leggja arbeiðið stilt, hvørja ferð samráðingar eru, hóast einki verkfall er. Hetta kostar fyritøkum, løntakarum og landinum pengar.

Nú landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskot um broytingar í semingslógini fyri tingið, verður ført fram, at arbeiðsgevarar trýsta fyri at fáa inn eina fráboðanarfreist áðrenn verkfall, soleiðis at tenninar verða tiknar úr sterkasta vápninum hjá fakfeløgunum. Ført verður fram, at einasta endamálið við hesum er at arbeiða fisk undan, áðrenn verkfallið byrjar.

Hetta er at síggja veruleikan út frá einum sera trongum sjónarhorni. Fakfeløgini ynskja, at tað skal verða verkfall í somu løtu samráðingar slitna. Hetta hevur við sær, at arbeiðsgevarar – fyri ikki at brenna inni við óvirkaðari vøru, ella skula sleppa einum arbeiði á hálvum gekki – taka fyrivarni fyri einum møguligum verkfalli og í fleiri førum steðga virkseminum einar tveir-tríggjar dagar, áðrenn eitt møguligt verkfall kann verða lýst.

Á privata arbeiðsmarknaðinum hevur einki størri verkfall verið síðan 2005 – tvs 8 ár og 3 samráðingarumfør síðan. Hóast hetta hevur arbeiðið í fleiri førum ligið stilt, sjálvt um einki verkfall hevur verið. Hetta kostar bæði fyritøkum, løntakarum og samfelagnum pengar.

Hetta ger seg serliga galdandi innan ali- og kryvjivirkini og fiskavøruídnaðurin. Sambært tølum frá Hagstovuni vóru lønarútgjaldingarnar í hesum bólkum í 2012 tilsamans 525.895.700 kr, sum svarar til 2.103.583 kr um dagin (250 arbeiðsdagar í 2012). Umframt at løntakarar kunnu missa góðar 2,1 mió. kr. um dagin, kann landið eisini missa nógvar skattainntøkur. Um vit seta skattin av hesum pengum til 40 %, sum er lágt sett, so svarar hetta til 841.433 kr í mistari skattainntøku um dagin. Afturat hesum koma eisini sosialu gjøldini.

Vit hava sostatt verkfalslíknandi avleiðingar, hvørja ferð samráðingar eru, uttan at vit yvirhøvur hava nakað verkfall. Tað er henda støða, sum verður broytt, um fráboðanarkskyldan verður sett inn í semingslógina.

Tað er fullkomuliga meiningsleyst, at bæði løntakari, fyritøka og landið skulu missa inntøkur, hvørja ferð samráðingar eru, hóast verkfall ikki er. Tað er orsøkin til, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir fráboðanarfreistina inn í semingslógina.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L