Tað er gleðiligt, at Fróðskaparsetrið boðar frá nýggjum útbúgvingum og at nýggja granskingarsetrið er tikið í nýtslu. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fyri góðari viku síðani var greitt, at Fróðskaparsetrið komandi skúlaár, bjóðar lesandi útbúgvingina Master í Løgfrøði. Í dag bórust tíðindini um, at eisini bachelorútbúgving innan orku- og umhvørvisverkfrøði fer at verða bjóða út komandi ár.
At útbjóða verða alsamt fleiri útbúgvingar til føroyska ungdómin er rætta leiðin at ganga, tað er tað eingin ivi um. Í heildarætlanini um fólkavøkstur og tilflyting verður eisini hetta nevnt sum ein týdningarmikil partur av at varðveita ungdómin í landinum. Tað er ein royndur lutur, at undirvísing, gransking og menning kastar pening av sær til samfelagið. Hetta er staðfest í kanningum m.a. frá OECD.
Fríggjadagin var nýggja granskingarsetrið Inova tikið í nýtslu. Eisini hetta er eitt stórt framstig fyri føroyska gransking og menning. Ikki færri enn nýggju fyritøkur og stovnar hava fingið innivist í granskingarsetrinum.
Vit síggja fram til, at virksemið á granskingarsetrinum, har vinnulívið og granskarar samstarva úrslitar í, at nýggjar fyritøkur verða stovnsettar, at verandi fyritøkur menna innovativar vørur, tænastur ella mannagongdir og at tann gjógvin, sum er millum gransking og vinnu so við og við minkar og brýr bygdar yvirum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó ikki at komið er á mál við at menna alt fleiri útbúgvingartilboð til føroyska ungdómin. Tað hevur tí týdning alt fleiri útbúgvingartilboð, við tí endamálið at fáa ungdómin at vera verandi longri í Føroyum.