Eigur tað privata at brúka orku uppá at gera íløgur í gransking og útbúgving? Tað er spurningurin, sum stendur eftir, aftaná miðlaumrøðuna av undirvísingartilfari, sum privatur granskingargrunnur framleiðir í samstarvi við Nám. Føroysk útbúgving og gransking hevði tó verið fátækari, um tað privata trekti seg.
Í seinastu viku varð í miðlunum nógv gjørt burturúr, at privati granskingargrunnurin Sjókovin eftir avtalu við Nám hevur skrivað uppskot til frálærutilfar til fólkaskúlan um fiski- og alivinnu. Heldur enn at fegnast um, at dagført frálærutilfar kemur innan hetta økið, verður málið viðgjørt í miðlunum, sum at tað kundi verið okkurt illgrunasamt í hesum. Hetta kann tykjast eitt sindur rangvørt, tá man seinastu nógvu árini hevur eftirlýst, at sambond vera skapt millum vinnulív og útbúgving/gransking.
Vit hava seinnu árini fleiri dømi um, at privatar fyritøkur hava spælt ein leiklut innan útbúgving og gransking. Fyri tað fyrsta er tað púra vanligt at fólk, sum eru starvssett hjá privatum fyritøkum, nýta ein part av sínari tíð til at undirvísa næmingum og lesandi bæði á miðnámi og á hægri útbúgvingum. Hetta tí, at tað heilt einfalt ofta eru tey, sum vita mest um eitt ávíst evni. Um man skuldi viðgjørt tey á sama hátt, sum vit hava sæð seinastu tíðina, er talan so um, at fyritøkur nýta eitt gylt høvi at fáa síni starvsfólk at indoktrinera næmingar og lesandi?
Vit hava somuleiðis dømi um, at privatar fyritøkur hava fíggjað phd-gransking og enntá heilar útbúgvingar í Føroyum. Eitt nú eru fleiri milliónir nýttar av privatum peningi fyri at fáa útbúgvingina í búskaparfrøði upp at koyra á setrinum. Er tað so nú vinnulívið, sum ger av, hvat fer fram á setrinum?
Tað er heldur ikki ókent at privat áður hava fíggjað frálærutilfar, og fleiri dømi eru um at politikarar hava framleitt frálærutilfar til skúlaverkið. Man hetta verða fyri at indoktrinera børn og ung við sínari politisku áskoðan?
Sjálvsagt er svarið uppá hesar spurningar nei. Fyri tað fyrsta er endamálið við, at privatar fyritøkur involvera seg í samfelagið, aloftast at royna at skapa eitt betri samfelag at liva í. Og skuldi tað verið onkur fyritøka ella politikari, sum hevði onkran baktanka, má man hava so mikið álit á almennum leiðarum og starvsfólkum, at slíkir baktankar ikki fáa eitt bein til jørðina.
Um vit venda aftur til spurningin um undirvísingartilfar, er tað Nám, sum ritstjórnar slíkt tilfar, og Nám er ein stovnur við høgum fakligum integriteti. Um onkur hevði roynt at sníkt okkurt inn í okkurt undirvísingartilfar, sum ikki hoyrir heima har, er tað púra vist, at ritstjórarnir hjá Námi høvdu fangað hetta og tikið tað burtur úr. Væntandi er tað ikki neyðugt.
Ofta verður havt á lofti, at tørvur er á dagførdum undirvísingartilfari í Føroyum, og vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at hjálpa til at fáa hetta til vega. Um man ætlar sær at sáa iva um motivini fyri at stuðla upp undir á hesum øki, má man hava meira at hava tað í, enn illgitingar. Føroysk børn og ung hava nóg leingi sitið og lisið um viðurskifti, sum einki hava við føroyska nútíðarsamfelagið at gera. Tað hevði verið spell um menningin verður forðað av ”jamen-tað-kundi-jú-verið”- tankum.
Føroyska undirvísingarverkið manglar í stóran mun dagført frálærutilfar. At privatar fyritøkur og grunnar vilja stuðla upp undir, tá viljin hjá politisku skipanini ikki røkkur til, er tí bara gleðiligt.