Eftirútbúgvingargrunnurin ”Vitan” skipaði í farnu viku fyri enn einum ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeiði.
Hetta er triðja skeiðið av hesum slag í ár. Sostatt hava fleiri enn 60 mans verið á skeið í, ”Vegurin sum arbeiðspláss” í 2018. Hetta er ein liður í at seta fokus á trygdina, tá arbeitt verður á vegunum.
Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Skeiðshaldari var Jesper Christiansen.
Vitan, sum fyriskipaði skeiðið, er eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni.
Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna. Meira kunning um ”Eftirútbúgvingargrunnin Vitan” sæst her.