Tað snýr seg um marknaðaratgongd

03. desember. 2012 | Áskoðan

Fleiri áhugaverdir marknaðir í triðjalondum eru í løtuni stongdir fyri beinleiðis útflutningi av føroyskum fiskavørum. Tí er umráðandi, at føroyskir myndugleikar gera alt fyri at tryggja føroyskum fyritøkum munagóða marknaðaratgongd kring heimin.

Í seinastuni hava fjølmiðlarnir viðgjørt spurningin um avmarkaðu møguleikarnar fyri útflutning av fiskavørum til 3. lond, orsakað av vantandi avtalum um heilsufrøðiligt samstarv, og við góðari orsøk. Tað at gera avtalur um heilsufrøðiligt samstarv við 3. lond kann samanberast við at gera handilsavtalur, fiskiveiðuavtalur o.s.fr. og er sostatt ein týðandi almenn uppgáva.

Fokus hevur í hesum umfari verið á einari einstakari játtan til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, men talan er samstundis um ein nógv breiðari spurning, sum snýr seg um betri marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning sum heild. Tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, at myndugleikarnir í samstarvi við vinnuna gera ein áhaldandi innsats fyri at tryggja fyritøkum her á landi so góða og smidliga marknaðaratgongd sum gjørligt fyri teirra vørur og tænastur. Soleiðis kunnu fyritøkurnar fáa besta prísin fyri sínar vørur og tænastur til ein lágan transaktiónskostnað.

Politiskt verður ofta tosað um at betra karmarnar hjá føroyskum vinnulívi. Ein sera týdningarmikil karmur er marknaðaratgongdin til fleiri ymiskar marknaðir. Bæði fyri at hava møguleikan at vera til staðar á vaksandi marknaðum, men eisini tí tað í fleiri førum hevur víst seg at vera ynskiligt at hava atgongd til fleiri marknaðir, tá trupult er at selja vørurnar á evropeiska marknaðinum.

Í løtuni er keypiorkan í Evropa lág (serliga í Suðurevropa), og eftirspurningurin eftir hágóðsku fiskavørum er minkandi. Samstundis hava samfelagsligar broytingar við sær, at eftirspurningurin eftir siðbundnum vørum sum eitt nú saltfisk hevur verið minkandi. Tørvur er tí bæði uppá stutt og langt sikt á at dyrka nýggjar marknaðir, eisini uttanfyri Evropa.

Í løtuni kunnu fleiri marknaðir uttanfyri Evropa vera áhugaverdir hjá føroyskum fiskaframleiðarum og -útflytarum. Eitt av fleiri dømum er Brasilia. Talan er um ein vaksandi marknað, har eftirspurningurin eftir fiskavørum, sum føroyskar fyritøkur framleiða er stórur (m.a. saltaðar fiskavørur). Miðalklassin er vaksandi, og samstundis er talan um eitt av fólkaríkastu londunum í verðini. Eisini onnur 3. lond kunnu vera áhugaverd, og tí er tað umráðandi, at atgongdin til mest áhugaverdu marknaðirnar verður betrað. Í løtuni eru fleiri av hesum marknaðum heilt ella lutvíst stongdir fyri beinleiðis útflutningi úr Føroyum.

Umframt yvirhøvur at fáa atgongd til fleiri ymiskar marknaðir hava treytirnar fyri atgongdina til marknaðirnar eisini stóran týdning, bæði í Evropa og aðrastaðni. Tess smidligari og óbureaukratiskt sølan og flutningurin av føroyskum vørum til marknaðin kunnu avgreiðast, tess minni verður kostnaðurin í sambandi við søluna. Hóast føroyskir myndugleikar ofta hava torført við at ávirka slíkar treytir í s.v. marknaðaratgongd, eru tað eisini dømi um, at man við at skipa seg eitt sindur øðrvísi kann lætta munandi um hjá føroyskum fiskaútflytarum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya