Billede5
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Taka undir við at stilla pensjónsaldurin

09. desember. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag lat í farnu viku inn hoyringssvar til broytingaruppskotið um at hækkað pensjónsaldurin v.m. Felagið tekur undir við uppskotinum, men vísti samstudis á, at neyðugt er at taka atlit til fólk, sum eru slitin av nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum

Neyðugt at betra um haldførið
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst á, at vantandi fíggjarliga haldførið er ein av teimum størstu einstøku avbjóðingunum, sum okkara samfelag hevur. Samstundis hava Landsbankin og Búskaparráðið víst á, at ein hækking í fólkapensjónsaldrinum er ein loysn sum veruliga munar fyri at betra um haldførið í búskapinum.

Tí er neyðugt og skilagott at gera stillingar av fólkapensjónsaldrinum, sum tekur atliti til hækkandi livialdurin. Framrokningar vísa eisini, at miðal livitíðin hjá føroyingum fer at hækka komandi árini. At gera stillingar í pensjónsaldrinum er tí við til at gera almennu pensjónsskipanina meira fíggjarliga burðardygga.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur eisini undir við, at aldurin fyri framskundaða pensjón hækkar við hálvum ári, úr 64 ½ til 65 ár í 1. juli 2030.

Mugu tryggja sosialar skipanir
Tó heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tá stillingar verða gjørdar í fólkapensiónsaldrinum, eigur at vera hugt eftir, um verandi skipanir á nøktandi hátt at lofta teimum, sum eru niðurslitin av einum longum og/ella hørðum arbeiðslívi. Sostatt er framhaldandi umráðandi at hava skipanir, ið veita eitt uppihaldsgrundarlag til tey, ið eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein sannroynd, at heilsan kann versna, sum vit eldast, og hjá summun fyrr enn hjá øðrum. Tí er umráðandi, at vit í Føroyum hava góðar skipanir at lofta teimum, ið ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum líka fram til fullan pensjónsaldur.

Uppskotið nevnir verandi skipanir sum fyritíðarpensjón, tillagað starv v.m. Hesar skipanir eiga at stuðla fólki, sum hava brúk fyri hjálp til at verða ella partvís verða á arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis má fíggjarligur møguleiki verða fyri at fara av arbeiðsmarknaðinum, um heilsan fer at bila.

Tað er tó greitt, at neyðugt er at stilla pensjónsaldurin fyri at tryggja búskaparliga haldførið, og tí fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at landsstyrið er sinnað at gera broytingar á hesum øki.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL