Í hoyringarsvari til lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0 mælir KT-felagið til at seta brúkararáð á stovn, sum kann tryggja, at brúkaravinsemi verður raðfest bæði fyri borgara og vinnu.
KT-felagið tekur undir við týdninginum av talgilding og fegnast um, at fleiri av tilmælunum hjá Vakstrarforum eru tikin við í lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0. Samstundis peikar felagið á fleiri týdningarmikil viðurskifti, sum eiga at vera tikin í álvara fyri at tryggja ein munagóðan og brúkaravinarligan almennan geira:
- P-talið: KT-felagið mælir til, at p-talið verður frígivið við trygdartiltøkum, sum tryggja borgarum innlit í, hvussu teirra upplýsingar verða brúktar. Um hetta ikki verður gjørt, fer tað at føra til óskipaðar loysnir, har borgarin onki innlit hevur.
- Brúkararáð og brúkaravinsemi: KT-felagið heldur, at tað er neyðugt at stovna eitt brúkararáð fyri Talgildu Føroyar. Ráðið eigur at hava umboð fyri ymiskar samfelagsbólkar, eitt nú pensionistar, studentar, KT-serkøn og partarnir á arbeiðmarknaðinum. Endamálið er at tryggja, at viðkomandi bólkar verða hoyrdir í menningartilgongdini.
- Eftirmeting av Talgildu Føroyum: KT- felagið mælir til, at eftirmeting verður gjørd av verkætlanini. Tað er týdningarmikið, at vit viðgera tey val, ið eru gjørd, og meta um, hvørt tey hava verið røtt. Hetta inniber gjølla endurskoðan av KT-arkitekturinum fyri at tryggja, at avgerðirnar ikki bert eru hóskandi fyri hesa serstøku verkætlan, men eisini gagna føroyska samfelagnum sum heild.
- Føroyskar loysnir: KT-felagið leggur dent á týdningin at brúka føroyskar veitarar í talgildingini. Hetta kann millum annað gagna føroyska búskapinum, at vitanin verður varðveitt í Føroyum og minka útreiðslurnar í longdini.
Les alt hoyringarsvarið hjá KT-felagnum her.