Tangavirkið: Gongur væl á Tangavirkinum

24. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Virksemið á Tangavirkinum í Vági er ikki nógv broytt av coronasmittuni, heldur Mortan Mortensen, stjóri á virkinum.

Tey hava framvegis arbeiði til øll 16 starvsfólkini á virkinum, og higartil koyrir virksemið so at siga, sum tað plagar.

Tangavirkið framleiðir og monterar alt innan hita, vatn, sanitet, stálarbeiði, ventilatión, trappur og rekkverk. Virkið framleiðir harumframt oljutangar fyri oljufeløgini, sum verða brúktir til húsarhald og bygningar, umframt spilloljutangar og entreprenørtangar fyri virkir og stovnar.

Eisini hevur Tangavirkið ein handil, sum m.a. selur amboð, ymsar vørur til hita, vatn og sanitet, grillir, gass, el-vørur og reingeringarevnir.

Mest stuttfreistaðar uppgávur

Kundarnir eru bæði almennir stovnar, kommunur, privatar fyritøkur og privatfólk.

- Viðhvørt heldur mann kanska, at tað minkar. Til dømis minkaði virksemið nakað í síðstu viku, men so knappliga er nóg mikið aftur. Kanska er tað tí, mann er ørkymlaður og heldur, at NÚ kemur tað, sigur Mortan Mortensen.

Virkið hevur gjøgnum seinastu árini verið við í fleiri stórum verkætlanum í Suðuroynni, m.a. tá Varðin Pelagic varð bygdur uppaftur og útbygging hjá SEV í Vági.

Flestu uppgávurnar hjá Tangavirkinum í løtuni eru meira stuttfreistaðar uppgávur, sum taka nakrar fáar dagar og upp til 2-3 vikur. Virkið hevur fáar langfreistaðar uppgávur, sum kanska kunnu geva meira tryggleika.

Tangarnir, sum virkið ger fyri oljufeløgini, er tó ein rættiliga føst og støðug uppgáva. Tangavirkið ger 5-600 tangar árliga. Mortan Mortensen ásannar, at hetta gevur ein ávísan tryggleika, hóast virki so avgjørt ikki bara kann liva av at gera tangar.

Stongt hurðarnar

Á Tangavirkinum hava tey gjørt fleiri átøk fyri at minka um smittuvandan.

Starvsfólkini eru býtt upp í matarsteðgunum, so ikki ov nógv savnast saman. Sprittdunkar eru settir upp nógvastaðni í fyritøkuni. Haraftrat eru hurðar stongdar og skelti sett upp, sum banna atgongd fyri óviðkomandi.

- Fólk sleppa nú bara inn í handilin. Ikki aðrastaðni á virkinum, sigur Mortan Mortensen.

Í handlinum hjá Tangavirkinum gongur væl. Kanska er eitt sindur meira at gera nú enn vanligt. Tað kann hugsast, at tað er tí, at fólk eru meira heima og hava betri stundir at umvæla ymiskt við hús, heldur Mortan Mortensen.

Klárað kríggj og kreppur

Tangavirkið í Vági hevur nógv ár á baki. Tað varð stovnað í 1932, og Mortan Mortensen yvirtók í 2003 eftir at hava starvast nógv ár á virkinum.

Fyritøkan hevur altso livað gjøgnum bæði kríggj og kreppur, og stjórin hevur góðar vónir um, at tey eisini fara at klára seg gjøgnum corona.

- Eg taki tað, sum tað kemur. Um uppgávurnar minka, kunnu vit flyta fólk á verkstaðið, gera umvælingar á bygningar og annað, sigur Mortan Mortensen.

Hann vónar, at støðan ikki verður so álvarsom, at neyðugt verður at siga fólki upp.

Tey hava ikki brúkt coronaskipanina hjá ALS. Hetta kann gerast neyðugt, um arbeiðið steðgar heilt upp. Men á Tangavirkinum ætla tey at royna at klára tað uttan at flyta fólk í ALS-skipanina.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L