Tann, ið at sær tekur...

08. desember. 2014 | Áskoðan

At tað er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at langa so út, eftir eitt lítið prik, sigur ikki so lítið.

Kritikkurin mótvegis Tórshavnar Kommunu hevur einki við útbjóðing ella byggivinnuna at gera, men borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu velur allíkavæl at geva vinnulívinum av grovfíluni, tá ið hann setur ákærur fram um “kartell” virksemi, og hóttir við at keypa tænastur úr útlandinum ístaðin.

Í tíðindaskrivinum frá Tórshavnar Kommunu í síðstu viku verður sagt, at kommunan hevur eitt tað lægsta skattaprosentið í landium. Hóast 8 kommunur kring landið hava enn lægri skattaprosent enn Tórshavnar Kommuna, so er tað rætt, at hon liggur í lægra endanum. Tó kann viðmerkjast, at sambært tølum frá Hagstovuni, so hevur kommunan eina ta hægstu skattainntøkuna í landinum sæð sum netto skattainntøka pr. íbúgva. Í samrøðu við Rás2 verður víst á, at kommununan kann seta allar tær stóru íløgurnar í gongd, tí tær verða goldnar umvegis skattin. Hetta prógvar jú bara kritikkin frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, at Tórshavnar Kommuna fær eina so stóra skattainntøku, at tað ber til hjá henni at flyta seg inn á virksemi, sum als ikki hoyrir einari kommunu til. Tvørturímóti skeiklar tað búskapin soleiðis, at vøksturin í vælferð ikki gerst so stórur, sum hann kundi verið uppá longri sikt.

Ódámligt er eisini, at Tórshavnar Kommuna velur at koma við beinleiðis hóttanum ímóti vinnuni sum heild, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag dittar sær at hava eina meining um, at kommunan leggur seg út í vinnuligt virksemi, m.a. við at bjóða vinnufyritøkum og øðrum at leiga frá sær í Sjóvinnuhúsinum. At kommunan hevur fíggjarligt rásarúm at umvæla saltsølubygningin fyri upp ímóti 100 milliónum, hevur so sanniliga nakað við at gera, at kommunan umvegis Tórshavnar Havn “spælir fyritøka”. Kommunan kundi eisini valt at lækka nýtslugjøldini hjá Tórshavnar Havn, sum jú vísti eitt rakstraryvirskot á heili 38 mió. kr. í 2013, ella lækkað skattin. Eisini er uppáhaldið um, at Sjóvinnuhúsið ikki ávirkar marknaðin, tí arbeiði við Sjóvinnuhúsinum júst er byrjað, ikki rætt, tí fyritøkur leggja langtíðarætlanir um, hvar tær skulu húsast.

Byggivinnan, sum fær av grovfíluni í skrivinum frá kommunini, hevur einki at gera við omanfyri nevnda problematikk. Ákærurnar um kartellvirksemi kennist vinnan als ikki við, og vilja vit mæla øllum til at kaga í ársroknskapirnar hjá byggifyritøkunum. Har er sanniliga einki kartellyvirskot at fáa eyga á. Tvørturímóti er byggivinnan ein vinnugrein, sum er merkt av ógvuliga harðari kapping.

Tað er rætt, at Tórshavnar Kommuna hevur bjóðað út byggiverkætlanir, og tað kann man fegnast um. Men kommunan hevur eisini, eins og Landsverk, valt at innveita ávíst virksemi, fyri sjálv at loysa uppgávur, sum eins væl kundu verið bjóðaðar út. Fyritøkur, bæði í Tórshavnar Kommunu og kring landið, kenna væl støðuna, har t.d. kommunur, Landsverk og aðrir almennir stovnar gera íløgur í útgerð og seta fólk innanhýsis til tænastur, sum vinnufyritøkur fyrr hava veitt ella saktans kundu veitt. Nevnast kunnu smærri viðlíkahaldsarbeiðir, asfaltering, maskinflutningur o.l.

Javnan venda fyritøkur sær til feløgini í Vinnuhúsinum við hjartasuffum um hesi viðurskiftini. Felags fyri hesar fyritøkur er, at tær tora ikki sjálvar at taka málið upp við kommunur, almennar stovnar ella politikarar, tí ótti er fyri, at tær so als ongar uppgávur fáa. At Tórshavnar Kommuna nú velur at fara út í fjølmiðlarnar og hótta í eystur og vestur eftir at hava fingið eitt lítið prik, undrar okkum stórliga. Vit kunnu ikki siga annað enn, at vit í Vinnuhúsinum skilja væl óttan hjá vinnulívinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L