Temadagur um arbeiðstrygd

07. desember. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Meistarafelagið skipar saman við Arbeiðseftirlitinum fyri temadegi um trygd á arbeiðsplássinum hósdagin 10. desember kl 16-18 í Vinnuhúsinum.

Meistarafelagið hevur leingi arbeitt við at seta fokus á arbeiðstrygd, og nú verður skipa fyri temadegi um arbeiðstrygd 10. desember 2015 kl 16-18 í Vinnuhúsinum. Dagurin verður skipaður saman við Arbeiðseftirlitinum.

Skrá:
• Arbeiðseftirlitið: Hvørjir manglar síggjast javnan?
• Jens Hansen, Mest: Avbjóðingin
• Karina Nattestad Nolsøe, Landsverk: Byggiharri um arbeiðstrygd og útbjóðingartilfar
• Jógvan Jensen, Ansni: Um skeið í arbeiðstrygd
• Evelyn Gaard, Articon: Royndir við arbeiðstrygd
• Arbeiðseftirlitið: Hvussu kemur mann í gongd við at arbeiða við trygd?

Tiltakið er alment og ókeypis. Høvi verður til prát, umframt at felagið bjóðar mandlurís og kaffi.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L