Tey fyrstu hava #Rita1tíma

16. januar. 2017 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-felagið hevur sett sær sum mál, at allir fólkaskúlanæmingar í Føroyum skulu fáa høvi at #Rita1tíma í 2017.

5.a og b í Runavíkar skúla vóru tey fyrstu í 2017 at royna at forrita eftir #Rita1tíma leistinum.

Á tímatalvuni hjá 5.a og b stóð “náttúra og tøkni”, men mikudagin í síðstu viku var skráin serlig. Næmingarnir sluppu nevniliga at royna seg við at forrita. Flokkarnir 5.a og 5.b vóru lagdir saman og kantinan á skúlanum var skúlastovan. 39 næmingar, tveir lærarar og tveir gestir frá KT-felagnum luttóku.

“Børn og lærarar vóru glað fyri tiltakið” - segði Dan Lamhauge, lærari hjá 5.a. “Fyri at fleiri børn skulu fáa ágóðan av hesum tiltakinum ynski eg eisini at royna eitt fyribrigdi, vit kalla “børn læra børn.” Hetta verður gjørt við, at tveir flokkar verða lagdir saman og tey, sum hava #rita1tíma skulu síðani hjálpa teimum, sum ikki hava roynt tað. Soleiðis kunnu fleiri fáa nógv burtur úr slíkum tiltaki.”

KT-felagið fegnast um, at skúlarnir taka so væl í móti tiltakinum #Rita1tíma.

Starvslesandi at samskipa #Rita1tíma í 2017

KT-felagið hevur sett sær sum mál, at allir fólkaskúlanæmingar í Føroyum skulu sleppa at royna #Rita1tíma í 2017. Í hesum sambandi verður leitað eftir ágrýtnum lesandi at hjálpa KT-felagnum at samskipa átakið.

Endamálið við átakinum er at økja um kunnleikan til forritan. Hetta verður gjørt við at bjóða skúlum møguleika fyri at fáa starvsfólk úr KT vinnuni inn um skúlagátt at undirvísa næmingum í grundleggjandi forritan. Tann lesandi skal samskipa skúlavitjanir og møguliga eisini saman við einum starvsfólki úr KT vinnuni undirvísa næmingum í forritan, tá farið verður á skúlavitjanir.

Les meira um #rita1tíma her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L