Tíðindabræv um Føroyar

21. oktober. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á invest.fo er møguleiki fyri at melda til tíðindabræv um Føroyar, sum er skrivað á enskum. Hetta er eitt tíðindabræv, ið hevur til endamáls at kunna útheimin um ymisk føroysk viðurskifti.

Tíðindabrævið kemur 14. hvønn dag og inniheldur fýra tíðindi innan politikk, samfelagsbúskap, mikrobúskap og mentan. Talan er sostatt um eitt tíðindabræv við almennum tíðindum úr Føroyum.
Hetta er tað einasta skipaða tíðindabræv um føroysk viðurskifti til útlandið. Hugsanin aftanfyri er, at áðrenn ein íleggjari kann gera íløgur í Føroyum, má hann/hon kenna til Føroyar. Hvat er Føroyar, hvørjum liva vit av og hvussu eru samfelagsviðurskiftini.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya