Tíðindafundur uttan greiða fráboðan um vinnulívið

20. apríl. 2020 | Áskoðan

Fyritøkur, sum hava stongt ella umskipað sítt virksemi munandi, eiga at fáa greitt at vita, hvat landsstýrið ætlar.

Undan tíðindafundinum hósdagin vóru tað helst fleiri fyritøkueigarar og starvsfólk, sum bíðaðu spent eftir einari fráboðan um virksemið hjá teirra fyritøku.

Løgmaður hevur alla tíðina gjørt greitt, at tað er umráðandi, at vit so vítt møguligt halda samfelagshjólunum malandi, og at vinnan kann arbeiða so ótarnað sum gjørligt. Tá vit nú í tvær vikur hava havt einans ein nýggjan tilburð av COVID-19, vóru tað fleiri, sum høvdu vónað, at ein greið ætlan varð løgd fram fyri, nær ymiskt vinnuligt virksemi kundi byrja aftur.

Serliga snýr tað seg um virksemi, sum higartil hevur verið heilt afturlatið, tí tað hevur verið torført at halda frástøðu til kundan, ella har fleiri fólk savnast.

Gjørdust ikki klókari

Løgmaður tók tó so at siga ikki vinnulívið upp á tungu á tíðinafundinum. Og tað kann tykjast løgið, tí endamálið við at lata dagstovnar og skúlar upp aftur, má jú vera at gera tað møguligt hjá foreldrunum at fara til arbeiðis aftur. Men hvørjar fyritøkur er hetta galdandi fyri?

Aftaná tíðindafundin hósdagin eru vinnufyritøkur ikki stórt klókari, enn tær vóru 12. mars.

Onnur lond geva greið boð

Samstundis síggja vit, at stjórnirnar í fleiri grannalondum boða frá, nær ymiskt virksemi kann byrja aftur. Í Danmark hevur stjórnin boðað frá, at sonevndu liberalu vinnurnar, sum eitt nú frisørar og tannlæknar, kunnu fara til arbeiðis aftur í dag, og í Noregi lata frisørsalongirnar upp heilt skjótt.

Orsøkin er sum skilst, at Statens Serum Institut metir frástøðu og gott hondreinføri at vera eitt ”supervápn” móti Corona-virus, og at tað tí er trygt at lata meira upp, um vit framhaldandi hava hesi atlit í huga.

Fyri fyritøkur í Føroyum kann tað tykjast løgið, at Føroyar, sum hava eina betri smittustøðu enn Danmark og Noreg, eru trekari at lata upp aftur og geva fyritøkum møguleika fyri at fáa fólk aftur til arbeiðis.

Løgmaður gav tó eina vón um, at okkurt fór at henda 4. mai, men júst hvat hendir tá, er enn ikki greitt.

Opinleiki sømir seg

Føroya Arbeiðgevarafelag heldur, at tað hevði sømt seg, at landsstýrið var meira opið. Fólk og fyritøkur, sum hava tikið tilmælini frá myndugleikunum í stórum álvara, eiga at fáa greitt at vita, nær tey kunnu fara til arbeiðis aftur, og hvussu útlitini eru.

Í Noregi hevur stjórnin framleitt greining við nøkrum framtíðarmyndum, hvussu gongd fæst á samfelagið aftur og samfelagsbúskaparliga kostnaðin av ymiskum strategium. Í Finnlandi er ein arbeiðsbólkur  í ferð við at gera tað sama. Hetta gevur meira opinleika og ger, at fólk betri skilja grundarlagið undir avgerðum og tilmælum. Eisini gevur tað betri møguleika fyri at meta um framtíðina.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L