Eftirspurningurin eftir bilum og bústøðum er eisini øktur, tí fleiri familjur hava valt at flyta heim og búseta seg í Føroyum hesi seinastu árini
Síðan 2014 eru fleiri fólk flutt til landið enn av landinum. Samlaða nettoflytingin var næstan 3.500 fólk frá 2014 til 2021. Tað sæst aftur í heimliga eftirspurninginum, tí hetta er fyri stóran part fólk og familjur í besta aldri, sum selja bæði hús og bilar uttanlands, fyri at flyta heim til Føroyar at arbeiða og búseta seg við bæði einum og tveimum nýggjum bilum, sum tey keypa her í landinum.
Hóast fleiri viðurskifti ávirka søluna av nýggjum bilum, so tykist at vera ein rættiliga greiður samanhangur millum gongdina í nettoflytingini og gongdina í skrásetingini av nýggjum persónbilum í Føroyum hesi seinastu árini, sí myndina niðanfyri.
Frá 2014 til 2019 vaks árliga nettoflytingin úr 240 upp á 564 persónar, tá árliga nettoflytingin var hægst. Í 2020 minkaði nettoflytingin niður á 481 persónar, men í 2021 vaks nettoflytingin aftur upp á 503 persónar.
Sama gongdin sæst í skrásetingini av nýggjum persónbilum, sum vaks úr 1.630 nýggjum persónbilum í 2014 upp á 2.217 í 2019, tá ið talið av nýskrásettum persónbilum setti met. Síðan minkaði talið aftur niður á 1.887 í 2020, men er síðan vaskið aftur upp á 1.991 nýggjar persónbilar í 2021.
Nettoflytingin hevur eisini stóra ávirkan á eftirspurningin eftir grundstykkjum, húsum og bústøðum annars, tí tey, sum flyta til landið, mugu hava ein bústað at búgva í, men her røkkur útboðið ikki til og tað sæst aftur í bústaðarneyð og høgum prísum.