Tillukku til Plunges Saltis

21. desember. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir Plunges Saltis tillukku við heiðrinum, ið virkið hevur fingið í Litava.

Í gjár og í morgun frættist í føroysku miðlunum, at eitt virki í Litava, ið er ogn hjá føroyskum felag, var heiðra sum ársins virki í sínum bólki. Virkið eitur Plunges Saltis og tað er Jóanes M. Hansen, fiskasølumaður á Argjum, sum umvegis felag sítt Manage Ltd. eigur allan partapeningin í Plunges Saltis.

Virkið í Litava hevur umleið 220 fólk í starvi og framleiðir og pakkar fisk fyri ymiskar kundar. Tað vil siga, at virkið ikki keypir rávøru sjálvt, men í staðin framleiðir fyri onnur.
Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun, greiddi Jóanes M. Hansen frá, at eisini aðrar føroyskar fyritøkur áttu lut í heiðrinum, ið virkið hevði fingið. Eik Banki fíggjar fyritøkuna og MEST hevur staði fyri ymiskum broytingum og effektiviseringum, ið eru gjørdar á virkinum. Talan er tí um eitt dømi, har føroysk vitan og fígging í felag hava víst á úrslit, ið hava vakt ans í Litava.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya