Tilmelding til Ferðavinnustevnuna 19. november

08. november. 2021 | Tíðindi | Ferðavinna

Fríggjadagin 19. november verður árliga Ferðavinnustevnan hildin í Kongshøll og SILO. Byrjað verður við ráðstevnu seinnapart og síðani veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins nýbroti og ársins eldsál.

Á skránni verða:

  • Patrick Delaney, managing partner í SoolNua, serfrøðingur í vinnuferðavinnu
  • Annleyg Lamhauge, vinnuferðavinna á Visit Faroe Islands
  • Tórstein Christiansen – sølustjóri á Hotel Hilton Garden Inn og drúgvar royndir við vinnuferðavinnu
  • Kjak um vinnuferðavinnu í Føroyum

Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.00 – 18.00

Veitslan er frá kl. 18.00 – 00.00

Luttøkukostnaður:

Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 700,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.300,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 1.100,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 2.100,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er 17. november 2021.

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Kongshøll/SILO fyri at kunna luttaka á Ferðavinnustevnuni.

Tilnevningar til Heiðursbrøvini

Ársins ferðavinnufólk:

Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál:

Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot:

Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Tilnevningar kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 12. november.

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L