Depositphotos 159384102 XL

Tilmelding til vinnuferð til India

25. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið skipa fyri almennari vinnuferð til New Delhi í India í døgunum 19. – 25. november

Løgmaður luttekur eisini á ferðini. Endamálið er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú aling, fiskivinnu, veitaravinnu, KT og gransking.

Yvirskipaður karmur um vinnuferðina er stóra ráðstevnan India Nordic Baltic Business Conclave. Luttakarar eru fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.

Fyri at tryggja munagóða úrtøku fyri luttakarar, verður eisini møguleiki hjá føroysku vinnufyritøkunum, at leggja til rættis B2B-fundir við indiskar fyritøkur. Indiska Vinnuhúsið (Confederation of Indian Industry) og danska sendistovan í New Delhi hjálpa føroysku fyritøkunum at finna fram til viðkomandi indiskar fyritøkur og leggja til rættis fundir við hesar.

Trýst her fyri at fáa meiri kunning.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4