22. mars verður árliga Ferðavinnustevnan hildin á Panorama á Hotel Hafnia. Byrjað verður við einum seinnapartstiltaki við framløgum og síðani veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins nýbroti og ársins eldsál.
Á skránni verða
- Robert Thomsen, samtaksstjóri í Arp-Hansen Hotel Group innan rakstur og HR - COO
- Gunnar Skúvadal, Vestmanna Tourist Centre og Sjóferðir
- Finnur Yngvi Kristinsson - Borgarstjóri í Eyjafjarðarsveit (Akureyri Country Side) og fyrrv. hotelstjóri á Siglo Hotel í Siglufirði
- Nýtt frá Ferðavinnufelagnum
- Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.00 – 17.45
- Veitslan er frá kl. 19.00 – 02.00
Millum kl. 17.45 og 19.00 verður vælkoma á Katrinu Christiansen fyri tey, sum hava meldað seg til veitsluna, so neyðugt er ikki at fara heim millum tiltøkini.
Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 400,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 800,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.795,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.
Tilmeldingarfreistin er 20. mars 2019.
Tilnevningar til Heiðursbrøvini
Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.
Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
Tilnevningar við grundgevingum kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars.
Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.