Skærmbillede 2024 02 05 081604

Tiltak: Haldførið – hvat nú?

05. februar. 2024 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag setur nú kikaran á fíggjarpolitiska haldførið. Tiltakið “Haldførið – hvat nú?” verður í Smæruni mánadagin 12.februar millum kl. 13 og 15.30

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar seinnapartin tann 12. februar fyri einum tiltaki um fíggjarpolitiska haldførið. Á tiltakinum verður dentur lagdur á, hvørji átøk eru skilagóð at gera eftir nýggju haldførisfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum.

Framløgur og orðaskifti
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggur fyri við at taka aftur í høvuðsniðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Síðani fer Carl – Johan Dalgaard, formaður í danska Búskaparráðnum, at greiða nærri frá, hvussu Danmark skipanarliga arbeiðir við haldførinum.

Síðani verður eitt pallborð við Turið F. Arge, forstjóra í BankNordik, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum og Duritu Tausen, varastjóra á Gjaldstovuni.

Tiltakið endar við samrøðum við Tórbjørn Jacobsen, formanni í Kommunufelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Tiltakið verður í Smæruni mánadagin 12.februar millum kl. 13 og 15.30.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya