Depositphotos 23234852 XL

Tiltak um burðardygd: Handfaring av burturkasti í fyritøkuni

30. mai. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 17. juni kl. 14:00 skipar Vinnuhúsið fyri næsta tiltakinum um menning av burðardygd í tínari fyritøku. Hesuferð fáa luttakararnir íblástur og amboð til at betra stýringina av burturkasti.

Fríggjadagin 17. juni kl. 14:00 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um, hvussu man kann loysa avbjóðingarnar við ovurnýtslu og stýring av burturkasti. Talan er um tað næsta av fýra tiltøkum í ár, sum skulu geva fyritøkum íblástur og amboð til at arbeiða skipað við burðardygd í fyritøkuni.

Skeiðshaldarar eru Beinta Højgaard Thomsen, KOB og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 15. juni við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya