Karl

Tiltak um haldføri: Hvat kunnu vit læra av dønum?

12. februar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á tiltakinum sum verður í Smæruni um haldføri seinnapartin í dag fer formaðurin í danska Búskaparráðnum at tosa um, hvørji ítøklig amboð verða brúkt fyri í at tryggja ein haldføran búskap í Danmark

Hvat kunnu vit í Føroyum læra av dønum, tá ið tey miðvíst arbeiða við at tryggja sær ein haldføran búskap?

Henda spurning fer Carl-Johan Dalgaard, formaðurin í danska Búskaparráðnum, at umrøða á tiltakinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag seinnapartin í dag. Hann fer at tosa um, hvørji ítøklig amboð verða brúkt fyri í at tryggja ein haldføran búskap í Danmark.

Limur í ”Produktivitetskommissjónini”
Carl-Johan Dalgaard er professari í búskapi á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur granskað í millum øðrum búskaparvøkstri og búskaparligari menning. Carl-Johan Dalgaard var limur í ”Produktivitetskommissjónini”, sum hugdi nærri at orsøkunum til, at framleiðsluvøksturin í Danmark hevði verið so avmarkaður síðani 1990 árini.

Virkin í almenna orðaskiftinum
Sum formaður í danska Búskaparráðnum er hann virkin í danska orðaskiftinum bæði við áskoðanum og greiningum í miðlunum.

Hann hevur seinastu 10 árini verið limur í danska Búskaparráðnum. Síðani 1. februar 2020 hevur hann verið formaður.

Tiltakið “Haldførið – hvat nú?” verður í í dag millum kl. 13 og 15.30

Tiltakið er alment

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya