Billede123

Tiltak um sosialar miðlar í setanarviðurskiftum

13. november. 2023 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi um regluverkið og rættarligar siðvenjur, tá ið starvsfólk brúka sosialar miðlar

Hósdagin 30. november kl. 14:00-15:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fáa høvi at kunna seg um regluverkið innan setanarøkið, tá talan er um sosialar miðlar.

Á tiltakinum verður eitt nú kunnað um hesi viðurskifti:  

  • Hvørjar skyldur hevur løntakari mótvegis arbeiðsgevara í einum setanarskeiði í sambandi við sosialar miðlar?
  • Er nøkur skylda galdandi eftir, at setanarskeiðið er av?
  • Hvørjar treytir kann arbeiðsgevari seta í sambandi við, hvussu sosialir miðlar verða nýttir í og uttanfyri arbeiðstíð?
  • Hvørjar møguleikar hevur arbeiðsgevari, um løntakari brýtur treytir ella skyldur?

Lógarverk og siðvenjur

Vinnuhúsið skipaði tann 19. september fyri limatiltaki, har kunnað varð um skipað brúk av sosialum miðlum. Á fundinum 30. nov. verður greitt nærri frá um lógarverkið og rættarligu siðvenjurnar, tá ið starvsfólk nýta sosialar miðlar. Á fundinum verður eisini komið inn á møguleikar hjá arbeiðsgevara at handfara støður, ið kunnu henda, tá ið sosialir miðlar verða brúktir.

Tað vera Jórun Gardar og Alvi Hjelm, ráðgevar í Vinnuhúsinum, ið hava framløgur.

Melda til í seinastalagi týsdagin 28. november kl. 12:00.

Tiltakið er ókeypis fyri limafyritøkur í Vinnuhúsinum

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya