Tiltakið um menning av burðardygd í fyritøkuni útsett til 1. apríl

21. mars. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tiltakið um hvussu tú mennir eina strategi fyri burðardygd í fyritøkuni , sum eftir ætlan skuldi vera 25. mars, er útsett til fríggjadagin 1. apríl.

Fríggjadagin 1. apríl kl. 14:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um, hvussu man ger eina strategi fyri arbeiðið við burðardygd í einari fyritøku. Hugt verður eisini eftir ítøkiligum dømum sum íblástur.

Tað er Ana Holden-Peters sum fer at greiða frá. Ana er serfrøðingur í vinnuligari burðardygd, og hevur 14 ára arbeiðsroyndir við burðardygd innan ferðavinnu, bankavirksemi, handli og aling.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 29. mars við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

Les meira og síggja yvirlit yvir tey fýra tiltøkini um burðardygd, sum verða í hesum árinum, her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya