Tiltøkini um datavernd halda fram

16. november. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eftir eitt væl eydnað tiltak um datatrygd í Klaksvík í farnu viku, verður tiltakið hesa ferð í Tórshavn. Eftir hetta verður farið til Suðuroyar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltakið um nýggju Dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum.

Tiltakið verður á Hotel Brandan mikudagin 18. november kl. 14.00

Skráin er hendan:

-   Soleiðis gert, tá nýggj Dataverndarlóg kemur - Ulla Joensen, KT-felagið
- Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið
- Case: soleiðis komu vit ígongd – Poula Michelsen, PM

Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo

Seiasta tiltakið um datatrygd verður í Salt á Drelnesi mánadagin 30. november kl. 14.00

Endamálið við tiltakunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya