Havbúnaðarfelagið samlar inn tøl fyri tøkuna av laksi og sílum pr. viku frá sláturvirkjunum. Hesi tøl verða so løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo - undir Føroya Havbúnaðarfelag. Tøkan av laksi og sílum í 2008 er nú uppgjørd.
Sum talvan niðanfyri vísir, er serliga tøkan av laksi vaksin nógv í 2008. Av laksi var tikið 38.510 tons og 8.920 tons av sílum - gjørt upp í rundari vekt. Sigast má, at síðani 2006, har tøkan var tann lægsta í fleiri ár, gongur nú rættan veg aftur.