- og helst er tørvurin størri, enn vit geva okkum far um
Torført er at meta um nágreiniliga tørvin á arbeiðsmegi í Føroyum. Umframt sjónliga tørvin er lítið at ivast í, at tað eisini er ein fjaldur tørvur. Helst halda fyritøkur seg aftur við t.d. at bjóða uppá arbeiði, tá tær ikki vita, um tær kunnu fáa neyðuga arbeiðsmegina til uppgávuna.
Tað ger tó støðuna munandi betri, at tað við eini undangóðkenning nú ber til at fáa útlendingar úr ES-londunum lættari inn til Føroya.
Hetta er tó ikki nokk. Kapping um arbeiðsmegi er ikki bert í Føroum, men eisini í øllum okkara grannalondum. Hava vit strangara treytir enn grannalondini, so eru vit aftast í røðini um kapping um arbeiðsmegina, og hetta kann kosta okkum dýrt. Vit eiga framhaldandi at vera var við, at neyðugt er at seta við, eisini í Føroyum. Sum vit væl vita, so er føroyski arbeiðsmarknaður opin, og føroyingar yvirhøvur flyta seg lættliga eftur nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum.
Tað er altíð trupult at meta um tørvin á arbeiðsmegi, men tað hevur týdning, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki bara skulu dúva uppá útlendska arbeiðsmegi. Hóast útlendsk arbeiðsmegi er vælkomin og tiltrongd, so hevur hetta málsligar, mentanarligar, útbúgvingarligar og aðrar avbjóðingar við sær.
Harafturat verða reglurnar fyri útlendska arbeiðsmegi herdar, um arbeiðsloysið fer upp um 3,5 %. Í løtuni eru reglurnar nøktandi, men arbeitt eigur at verða fram móti, at skipanin, sum er galdandi í løtuni, verður galdandi uttan mun til arbeiðsloysi.
Vit eiga eisini framhaldandi at leggja okkum eftir at skipa okkum soleiðis, at tað er áhugavert og spennandi at starvast á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí tørvurin minkar og vaksur sum tíðir fara, so er næstan altíð onkur vinnugrein, sum hevur tørv á serligum førleikum – frá føroyingum ella útlendingum.
Ein týdningarmikil partur av hesum er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður javnsettur við arbeiðsmarknaðirnar kring okkum. Vit eiga at hava ein opnan arbeiðsmarknað úteftir og inneftir – altíð. Tí hóast tørvurin ikki altíð er sjónligur, er lítið at ivast í, at hann er har – fyritøkur læra seg bara at handla soleiðis, at tær ikki koma í trupulleikar.