Tørvurin á arbeiðsmegi í Europa er hin størsti nakrantíð

20. november. 2017 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Hetta hevur við sær avmarkaða framleiðslu í øllum vinnugreinum.

Ongantíð hava fyritøkur í Europa havt so trupult við at finna neyðugu arbeiðsorkuna sum í dag. Tørvurin á starvsfólki avmarkar framleiðsluna í øllum vinnugreinum í ein mun, sum ikki er sæddur higartil. Avbjóðingin er enntá størri enn í glaðu árunum fyri kreppuna í 2007-2008. Pólland og Týskland eru serliga hart rakt av tørvinum á skikkaðari arbeiðsmegi.

Fjórða ársfjórðing 2017 setur ES met í fyritøkum, sum eru noyddar til at avmarka framleiðsluna orsakað av, at tær ikki finna skikkaði starvsfólk. Hetta merkir, at fyritøkurnar mugu nokta at taka ímóti ordrum, tí tær ikki hava neyðugu arbeiðsmegina. 20 prosent av fyritøkunum í byggivinnuni og í tænastuvinnuni eru avmarkaðar av manglandi arbeiðsmegi, meðan hetta talið er 18 prosent fyri ídnaðarfyritøkurnar.

Tørvurin á arbeiðsmegi er nú uppá tað hægsta síðan 1994, tá hann varð máldur á fyrsta sinni. Bara í 2007 var tørvurin á nakað sama støðið.

Tørvurin á arbeiðsmegi hongur saman við fallandi arbeiðsloysi, sum nú er 7,5 % í meðal í ES. Til sammetingar kann verða nevnt, at talið í Føroyum er 2,4 %.

Mett verður at stórur partur av vøkstrinum í starvssetanum í Danmark kemur frá útlendskari arbeiðsmegi, og vøksturin hevur lagt grund undir hægri búskaparvøkstur. Tá tað nú verður verri at fáa útlendska arbeiðsmegi, fer tað samstundis at verða verri at varðveita sama búskaparvøkstur.

Øll greinin saman við grafum sæst við at fylgja hesum leinki á tíðindatænastuni hjá Dansk Arbejdsgiverforening, Agenda: http://www.agenda.dk/

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L