Billede1 (5)
KT-Felagið

Tonik varpar ljós á KT framburð

06. mai. 2024 | Tíðindi | KT- og samskifti

Á ársins Tonik vístu føroysku KT- og fjarskiftisfyritøkurnar fram sítt dugnasemi við stoltleika

KT-felagið var somuleiðis á staðnum umboðandi tær 23 limafyritøkurnar, sum flestallar eisini vóru sjónligar á sín egna hátt. Fyri KT-felagið er ein slíkur dagur eitt framúr høvi, at hitta fyritøkur og onnur KT áhugaði. KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.

Talgilda landslagið mennist í heilum og føroysku KT fyritøkurnar eru við at dríva framburðin. Til Tonik, sum verður lýst sum “Mixed tech industry & art”, fingu KT fyritøkurnar høvi at sýna fram hegni og nýskapan í einum avslappaðum og kveikjandi umhvørvi.

Alsamt størri fokus hevur verið á KT útflutning seinastu árini. KT-felagið ynskir at virka fyri, at betra um karmarnar hjá føroysku KT-fyritøkunum, soleiðis at tær hava umstøður at menna sína vørur og tænastu til at útflyta. Tonik er eitt gott høvi at vísa fram og at hitta viðkomandi samstarvsfelagar. Tó eru skipanir, sum myndugleikarnir eiga at eftirhyggja, um vit sum samfelagið ynskja, at Føroyska KT-vinnan skal gerast ein útflutningsvinna. Her verður serliga hugsað um skattakredittir, sum fyriøkur í okkara grannalondum hava ágóðan av. Tað er týdningarmikið, at man sum tað minsta er á støði við onnur lond.

Í KT-felagnum síggja fyritøkurnar fram til Tonik komandi ár. Hetta var bara aðru ferð, at stevnan varð hildin, og týðiligt var at síggja vaksandi áhugan fyri stevnuni. Inntil tá verður arbeitt fyri at betra um vinnuligu karmarnar.

Fyriskiparar av Tonik eru Hugskoti, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Vinnuframi, Framtak og Íverksetarahúsið.

Annað á breddanum

  1. Heimleiðsfundur um setanarviðurskifti í handilsvinnuni

    Týsdagin í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri heimleiðsfundi í Vinnuhúsinum

    17. Februar. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0550
  2. CO2-roknarin fyri 2024 er nú tøkur

    Endamálið við CO2-roknaranum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at rokna útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi

    17. Februar. 2025 | Burðardygd
    Billede3 (1)
  3. Skráin til Aliráðstevnuna 2025

    Útlendsku serfrøðingarnir Marius Takvam og Kolbjørn Giskeødegård eru millum framløgufólkini, tá ið avbjóðingar og útlit verða umrødd á árligu Aliráðstevnuni

    17. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede