Treytirnar fyri løggilding av virkjum og skipum broyttar

28. februar. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í gomlu ásetingunum kundi ein løggilding av einum virki ella skipi ikki avhendast, men hetta er nú broytt í kunngerð nr. 128 frá 2010.

Nýggj kunngerð um løggilding av virkjum og skipum var lýst seinast í desember mánaða, sum hevur ásetingar um, at tað ber til at avhenda eina løggilding frá einum eigara til annan til framleiðslu á virkjum og skipum, treyta av at framleiðslan verður tann saman sum upprunaliga løggildingin var fyri.

Nýggja kunngerðin kemur í staðin fyri kunngerð nr. 122 frá 2001 § 12, stk..3.

Broyttu ásetingarnar loyva sostatt, at ein nýggjur eigari kann yvirtaka eina løggilding. At alt annað líka er hetta við til at gera byrjan av virksemi munandi lættari í sambandi við t.d. konkursir og eigaraskiftir annars.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya