Tveir nýggir nevndarlimir

25. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Handverksmeistarafelag hevði aðalfund hósdagin 20. mai. Á fundinum var millum annað nevndarval á skránni.

Formaður felagsins farnu árini, Magnus Magnussen, stóð fyri vali og varð hann afturvaldur. Herumframt vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Hesir vóru Ólavur A. Olsen úr Eysturoyar Handverksmeistarafelag og Jens Kristian Haraldsen, ið eisini er nývaldur formaður í Vága Handverksmeistarafelag.
Hinir nevndarlimirnir eru Anskar Hansen, sum umboðar Meistarafelagið í Klaksvík og Jón Danielsen, sum eins og Magnus Magnussen umboðar Havnar Handverksmeistarafelag.
Nevndin hevur skipað seg við Magnus Magnussen sum formanni og Ólavi A. Olsen sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya