Tvey nýggj “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið

14. februar. 2022 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Í mai er aftur møguligt at taka ella endurnýggja skeiðið Vegurin sum arbeiðspláss. Tvey skeið verða fyriskipað.

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Tvey skeið verða hildin. Tað eina skeiðið er fullteknað, meðan nøkur pláss eru eftir á hinum skeiðinum. Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum.

Skeiðini verða hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia. Pláss er á tí fyrra skeiðinum, sum verður mánadagin 16. týsdagin og 17. mai, meðan fullteknað er til tað seinra skeiðið dagarnar 18. og 19. mai. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

- Navn

- Føðingardag

- Telefonnummar

- Teldupost

- Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya