Tvey “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið í komandi viku

09. mai. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tvey Vegurin sum arbeiðspláss skeið verða fyriskipað. Bert fá pláss eru eftir.

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Tvey skeið verða hildin. Tvey pláss eru eftir á hvørjum skeiði.

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum.

Skeiðini verða hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia. Tað fyrra skeiðið verður mánadagin 16. týsdagin og 17. mai, meðan seinra skeiðið dagarnar 18. og 19. mai. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

- Navn

- Føðingardag

- Telefonnummar

- Teldupost

- Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Ídnaðarferia 2025

    Byggivinnan fer í summarfrí í viku 30, 31, 32

    13. Januar. 2025 | Handverk og ídnaður
    Depositphotos 272277916 Xl