Reiðarafelagið fyri Handilsskip á Arctic Circle
Á Arctic Circle ráðstevnuni, sum um vikuskiftið hevur verið í Reykjavik, skipaði Arktiski Arbeiðsbólkurin á Fólkatingi fyri framløgum undir felagsheitinum Shipping and Business in an interconnected World.
Vegna Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevði Esther Dahl, ráðgevi í felagnum, eina framløgu um týdningin av shipping fyri Føroyar og føroyska búskapin.
Í framløguni vísti Esther m.a. á, at sambært kanning og metingum hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip útflyta limirnir í felagnum tænastur fyri tilsamans 1 milliard krónur, og rinda lønir fyri uml. 700 milliónir krónur. Shipping stendur sostatt fyri einum týdningarmiklum peningarrensli inn til Føroya, og hetta hevur sjálvsagt positiva ávirkan á føroyska handilsjavnan.
Hon vísti eisini á, hvussu býtið av starvsfólkunum er hjá reiðaríunum, sum eru limir í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
Á sjónum er talan um útvið 1.350 sjófólk. Av hesum eru umleið 600 føroyingar, knapt 400 úr hinum norðanlondunum og umleið 350 sjófólk aðrastaðni frá. Mett verður, at útvið 300 fólk á landi hava sín vinnuveg í einum reiðaríi innan handilsskipaflotan.
Hetta merkir, at tilsamans 900 føroyingar liva av shipping, og hetta eru heili 5 % av løntakarunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Harafturat vísti Esther á, at shipping ikki neyðturviliga hevur somu konjunktursveiggj sum føroyski búskapurin annars, og hetta er í sjálvum sær við til at stabilisera føroyska búskapin. Eisini er tað ein sannroynd, at jú fleiri vinnugreinar gera seg galdandi í samfelagnum, størri og meiri ymisligur verður tørvurin á arbeiðsmegi. Arbeiðsmarknaðurin verður soleiðis meiri mótstøðuførur í mun til gongdina í øðrum vinnugreinum.
Onnur, sum høvdu framløgur undir sama felagsheitinum, vóru Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroeship, Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost, og Jacob Nitter Sørensen, stjóri í Air Greenland.