Ulla heldur fram sum forkivnna

02. mai. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

Í farnu viku hevði KT-felagið aðalfund í Vinnuhúsinum. Á nevndarfundi, eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Ullu Joensen sum forkvinnu.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jan Ziskasen, Ólavur Ellefsen og Snæbjørn Jacobsen. Allir tóku við afturvali. Eisini stóð Guðny Langgaard fyri vali sum tiltakslimur. Eisini hon tók við afturvali. Eingin annar stillaði upp til nevndina.

Í nevndini í KT-felagnum eru sostatt: Ulla Joensen frá Elektron, Fróði Magnussen frá Formula, Snæbjørn Jacobsen frá Stýr, Ólavur Ellfsen frá Tøkni, Jan Ziskasen frá Føroya Tele og Guðny Langaard frá Nema.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan, við Ullu Joensen sum forkvinnu.

KT-felagið er eitt aktivt vinnugreinafelag. Eitt nú skipar KT-felagið fyri landsumfevnandi tiltakinum #Rita1tíma. Eisini er tað KT-felagið, sum hevur KT-breytina á NámX.

Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L