Felagið hevði aðalfund í farnu viku.
Aðalfundurin hjá KT-felagnum varð hildin mánadagin 30. apríl.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jan Ziskasen, Snæbjørn B. Jacobsen og Ólavur Ellefsen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. Øll vórðu tey afturvald. Í nevndini sita eisini Ulla Joensen, og Fróði Magnussen. Nevndin er sostatt tann sama, men hesaferð skipaði nevndin seg við Ullu Joensen sum forkvinnu.