Viðmerking til Eli Brimsvík, Havnar Handverkarafelag
Í greinum á in.fo í gjár og í dag verður sagt, at arbeiðsgevarar ikki rinda sáttmálaásettu eftirlønina, og at arbeiðsgevarar rinda ov lítið í løn. Hetta er sambært Eli Brimsvík, sum er formaður í Havnar Handverkarafelag.
Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava sáttmálar við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna (har Havnar Handverkarafelag er limur) um lønar- og setanartreytir fyri handverkarar í Føroyum. Sum høvuðsregla eru hesar treytir eisini galdandi fyri útlendskar handverkarar, sum arbeiða í Føroyum. Tað er eisini ein treyt hjá fyritøkum, sum vilja hava undangóðkenning at seta útlendingar í starv, at tær fylgja galdandi føroysku sáttmálunum.
Havnar Handverkarafelag er ikki sáttmálaberandi felag, men formaður felagsins Eli Brimsvík vísir hóast hetta á, at sáttmálarnir ikki verða hildnir, hvørki í mun til løn ella í mun til eftirløn.
Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag er samd um, at allar sáttmálaásetingar verða hildnar. Hetta eigur spurnartekin als ikki at verða sett við.
Tað undrar okkum tí almikið, at vit als ikki hava hoyrt um hesar trupulleikar, sum Havnar Handverkarafelag vísir á. Um handverkarasáttmálin ikki verður hildin av einum av okkara limum, er tað einasta rætta at venda sær til okkara, so til ber at fáa viðurskiftini í rættlag. Tað er óskiljandi og ódámligt at byrjað verður í fjølmiðlunum.
Heitt verður tí á Havnar Handverkarafelag um at venda sær til Landsfelag Handverkaranna, har felagið er limur, og sum er ein av pørtunum í handverkarasáttmálanum, soleiðis at felagið kann venda sær til okkara og fáa møgulig mál loyst so hvørt, tey uppstanda.
Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag