Umhvørvið og arbeiðstrygd á skránni til Aliráðstevnuna 2012

30. januar. 2012 | Tíðindi | Havbúnaður

Á Aliráðstevnuni 24. februar 2012 verður umhvørvið og arbeiðstrygd eisini á skránni.

Í sambandi við aliráðstevnuna hevur Havbúnaðarfelagið heitt á Andreas Sæther frá Marine Harvest í Noregi um at koma á ráðstevnuna at halda fyrilestur um arbeiðstrygd á smolt- og alistøðum. Andreas Sæther kemur at greiða frá hvørjar skipanir Marine Harvest brúkar fyri at sleppa undan arbeiðsskaðum og um skaðar henda, hvussu hesir verða fylgdir upp. Hetta fyri at minka um fráveru vegna arbeiðsskaðar á arbeiðsplássinum.
 
Somuleiðis koma Gunnvør á Norði frá Fiskaaling og Jóhanna Olsen frá Umhvørvisstovuni at halda fyrilestrar um ávíkavist gagnnýtslu av fóðri og umstøðurnar á botninum og um til ber at framleiða meiri fisk við minni dálking.
 
Gunnvør á Norðið og Jóhanna Olsen koma at greiða frá granskingarúrslitum og hagtølunum frá umhvørviseftiransingini í alivinnuni og á hvønn hátt hesi kunnu brúkast fyri at tilrættaleggja alivirksemi.
 
 

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya