Umsetningurin hjá ídnaðinum í Danmark framvegis í botni

12. apríl. 2010 | Tíðindi | Samhandil

Umsetningurin hjá ídnaðinum er aftur á sama støði sum í byrjanini av 2005, og tað fer at taka langa tíð at vinna tað mista aftur.

Hóast eina lítla framgongd, sambært Danmarks Statistik, er samlaði danski umsetningurin 15% undir støðinum frá september 2008.
Hóast samlaði umsetningurin hjá teimum donsku fyritøkunum hækkaði í februar, er langt eftir til støðið, sum var summarið 2008. Danmarks Statistik almannakunngjørdi hósdagin tøl fyri keyp og sølu hjá fyritøkunum í februar 2010. Og tey vísa eina hækking í samlaða umsetninginum á 0,4% frá januar til februar.
Hóast tað teir síðstu mánaðirnar hevur verið ein lítil framgongd í bæði innlendis sølu og útflutninginum, so er samlaði umsetningurin framvegis 15% undir støðinum frá september 2008, sigur búskaparligur ráðgevi í Dansk Industri, Allan Sørensen.
Hann vísir á, at tað sær ringast út í útflutningsumsetninginum. Hann er minkaður við knapt 20%, meðan innlendis umsetningurin er minkaður við 14% síðani september 2008. Fallið í umsetninginum byrjaði av álvara aftaná september 2008 – fyrst og fremst orsakað av manglandi útflutningini.
Tann lítla framgongdin í umsetninginum hjá fyritøkunum er fyrst og fremst borin av privatu tænastuvinnuni.
Framleiðsluídnaðurin og byggivinnan hava tíverri framvegis niðurgongd í søluni, og samlaða sølan hjá framleiðsluvinnuni er nú hin lægsta í 5 ár, sigur Allan Sørensen.
Útflutningsumsetningurin hevur nú stabiliserað seg, men har eru framvegis ikki tekin um framgongd.
Fleiri ferðir hevur tað sæð út til, at umsetningurin so smátt var við at stabilisera seg, men í fleiri vinnugreinum hevur hann hildið fram við at falla, og tað er sjálvandi skuffandi fyri fyritøkurnar sjálvar og fyri danskt vinnulív, staðfestir Allan Sørensen.
Kelda: di.dk

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L