Umsitingarligt “roks” tekur tíð hjá stjórum í smáu og miðalstóru fyritøkum í Danmark

27. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Uppá tvey ár er talið av stjórum í smáum og miðalstórum fyritøkum, sum føla alment bureaukrati sum ein tíðartjóv, hækkða við 11 procentstigum. DI ynskir nýggja ætlan fyri at gera reglarnar einklari.

Knapt helvtin av stjórunum í smáu og miðalstóru fyritøkunum í Danmark halda, at krøv og reglur frá tí almenna í stóran ella sera stóran mun taka tíð, sum í staðin kundi verið nýtt til at menna fyritøkuna. Hetta vísir ein kanning frá MMV-panelinum hjá DI.

Og menningin er ikki vorðin betri tey síðstu tvey árini. Tvørtur ímóti. Lutfallið av stjórum, sum uppliva stríð í mun til tað almenna, er vaksið úr 29 % til 40 %. Tvørleikarnar koma m.a. í sambandi við fráboðanir ísv hagtøl, eftirlitsvitjanir og savnan av dokumentatión.

Sidsel Dyrholm Holst, stjórin fyri MMV & Entrepreneurship, heldur tað vera gott, at stjórnin fyri knapt tveimum árum síðani gjørdi “Virksomhedsforum for enklere regler”, har fyritøkur og feløg lúka ókrútið í verandi lóggávu burtur. Men hon leggur samstundis dent á, at næsta ættarlið av lógum eisini skal hava eitt veruleikacheck, áðrenn tær møguliga fáa negativa ávirkan á fyritøkunar.

“Vit skjóta upp at fáa eitt óheft organ, sum kannar tær kanningar av avleiðingum, sum embætisfólkini gera”, sigur Sidsel Dyrholm Holst. Sambært henni eigur ein samlað ætlan eisini at hava eitt mál um at minka um byrðirnar við í minsta lagi 2,5 % árliga fram til 2020 og eitt princip um, at hvørja ferð ein nýggj regla verður gjørd, skal ein onnar líka trupul regla takast vekk.

Kelda: DI Opinion – til ber eisini at lesa meira í DI Indsigt, Januar 2014.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya