Upp á tíðina at dagføra semingslógina

05. november. 2012 | Áskoðan

Galdandi semingslóg er frá 1928, og tað er tí einki at siga til, at tað aftaná 85 ár er tørvur á eini nýggjari semingslóg, sum tekur hædd fyri tørvinum hjá arbeiðsmarknaðinum.

Síðan 1928 hava bert smærri broytingar verið gjørdar í semingslógini, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at Vinnumálaráðið ætlar at leggja uppskot til nýggja semingslóg fyri Løgtingið.

Endamálið hjá semingsstovninum er ikki bert at hjálpa pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at finna eina loysn. Flest øllum kunnugt rakar ein arbeiðssteðgur á arbeiðsmarknaðinum nógv breiðari enn bara partarnar, sum ikki finna eina sáttmálasemju. Tí er tað minst líka týdningarmikið, at semingslógin og amboðini, hon gevur, eru tíðarhóskandi og tillagað tí arbeiðsmarknaði og samfelagið vit hava, soleiðis at hon er við til at minka um samfelagsligu avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi.

Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent Vinnumálaráðnum nakrar viðmerkingar til broytingar í uppskotinum, m.a. um fíggingina av stovninum, meta vit yvirhøvur, at uppskotið frá Vinnumálaráðnum er eitt stórt stig framá fyri semingsstovnin og fyri arbeiðsmarknaðin.

Vónandi fáa vit nú eftir 85 ár við verandi semingslóg eina nýggja semingslóg, sum hóskar til arbeiðsmarknaðin og samfelagið, vit hava í dag.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya