Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Vinnuhúsið skipa í felag fyri útflutningstiltaki í Vinnuhúsinum nú hósdagin 16. mars kl. 14-17.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á møguleikar og forðingar fyri føroyskan útflutning. Á tiltakinum verður m.a. lagt fram um handilspolitikk og avleiðingarnar av Brexit. Eisini verða framløgur frá føroysku sendifólkunum, og Havsbrún greiðir frá um teirra royndir við útflutningi til marknađir uttanfyri ES.
Meldað verður til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo. Tiltakið er bert fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum og er ókeypis.