Útflutningurin av laksi - triði ársfjóðringur 2011

28. november. 2011 | Tíðindi | Havbúnaður

Útflutningurin frá alivinnuni stendur fyri 35% av samlaða vøruútflutninginum sambært Hagstovuni, sum júst hevur útgivið hagtølini fyri 3. ársfjórðing 2011.

Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, útflutti føroyska alivinnan 32.021 tons fyri eitt virði á 1,225 milliard krónur.  Samanborið við sama tíðarskeið í fjør, er hettar ein vøkstur á 31% í nøgd, meðan vøksturin í virði einans er 25%.
Tølini avspegla ógvusligu niðurgongdina í laksaprísinum seinastu mánaðirnar.  Prísurin á heilum køldum laksi er fallin við 33% síðan fyrsta ársfjórðing 2011. Tó hevur prísurin á portiónum hildið sær, takka verið langtíðarsáttmálum. Hóast prísniðurgongdina umboðar føroyska alivinnan enn yvir 35% av føroyska vøruútflutningsvirðinum. Laksur er enn Føroya størsta einstaka útflutningsvøra.
USA og Kina hava staðið fyri tí mesta av vøkstrinum í ár og tað er eisini í hesum báðum marknaðunum, at føroyskur laksur hevur fingið besta prísin. Triði hvør føroyskur laksur endar í USA. Útflutningurin til Kina er vaksin við umleið 50 milliónum krónum í ár og umboðar nú út við 5% av føroyska útflutningsvirðinum av laksi.
Tað er Salmon from the Faroe Islands, ið hevur greinað útflutningstølini hjá Hagstovuni, fleiri hagtøl eru at finna á www.salmon.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya