Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við sjónarmiðinum um, at tað ikki er í lagi, at tey økini í Føroyum, sum ikki hava fast samband við meginøkið, ferð aftaná ferð verða avskorin, tá verkfall er.
Seinastu dagarnar hevur umrøða verið av støðuni, útjaðarin kemur í, tá verkfall er. Flestu eru samd um, at tað ikki er nóg væl fyriskipað, tá somu partar av landinum aftur og aftur verða raktir munandi harðari enn aðrir partar av landinum.
Vinnuvirksemi í útjaðaranum í Føroyum hevur í forvegin stórar avbjóðingar í tí dagliga orsakað av fjarstøðuni til meginøkið. Tað er eisini har flestu smærri fyritøkurnar eru, og eru hesar serliga sárbarar, tá verkfall er.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum tikið hetta mál upp. Seinast tá øll samferðslan var løgd lamin av verkfalli í 2005. Tá heitti Arbeiðsgevarafelagið á tá sitandi samgongu um at fáa loysn á hesum spurninginum.
Breið semja sá tá út til at vera í politisku skipanini um, at henda støðan var óhaldbar, og landsstýrið gjørdi greitt, at loysnir skuldu finnast. Hetta sást m.a. í bløðunum 17. og 18. oktober sama ár. Nú sær út til, at politiska skipanin aftur hevur tikið málið upp, og somuleiðis sær út til, at breið undirtøka er fyri at finna loysnir á hesum. “Vit vóna, at hesaferð ber á mál at finna eina loysn á hesum fyri útjaðaran sera týdningarmikla málið”, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Arbeiðsgevarafelagið er av tí áskoðan, at eitt framkomið samfelag kann ikki liva við, at stórar oyggjar sum Sandoy og Suðuroy verða avskornar frá meginøkinum í longri tíð, og at vinnuvirksemi kring oyggjarnar steðgar upp, eisini virksemi, ið ikki er partur av arbeiðssteðginum. “Mótsetningurin millum stóru “útoyggjarnar” og meginøkið fer bert at gerast enn størri enn hesin er í forvegin”, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hetta mál kemur inn á málsøkið hjá fleiri landsstýrisfólkum, og tískil krevur málið, at samstarvað verður millum landsstýrisfólkini fyri at finna loysnir. Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí við hesum, eins og fyrr er gjørt, at heita á løgmann um at bera so í bandi, at loysn verður funnin á hesum málinum.
“Alternativið er, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum boða frá, at tey ikki vilja leggja samferðsluna lamna um ella tá verkfall verður, á sama hátt, sum Føroya Arbeiðarafelag so stórsinnað hevur gjørt”, sigur Jóhan Páll Joensen.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi