Tað kemur Føroya Arbeiðsgevarafelag sera dátt við at hoyra, at tað longu verður umhugsað at broyta útlendingalógina aftur.
Tey árini búskaparvøkstur var í Føroyum og uttanlands, mistu føroyskar fyritøkur sáttmála omaná sáttmála bæði úti og heima, tí politiska skipanin ikki megnaði at loysa upp fyri atgongdini til arbeiðsmegi. Tey árini tað tók politiska myndugleikanum at taka støðu, mistu føroyskar fyritøkur nógvan pening og møguleikar.
Hesi árini við sera stórum búskaparvøkstri og sera lágum arbeiðsloysi kærdi vinnan sína neyð um, at ikki bar til hjá vinnufyritøkum at leggja soleiðis til rættis, at til bar at økja um framleidni í fyritøkunum, meðan búskaparvøkstur var. Hóast hetta gingu minst 4 ár, áðrenn ein skipan varð funnin, sum bøtti nakað um støðuna. Nú eftir bert tríggjar mánaðir við arbeiðsloysi millum 3,5 og 4% sær út til, at myngugleikarnar ætla sær at taka málið upp aftur av nýggjum.
Nýggja útlendingalógin hevur bert verið í gildið síðan 1. juli 2008, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at henda skipan verður broytt, áðrenn veruligt høvi hevur verið til at sæð, hvussu hon virkar. Eitt gott ár er alt ov stutt tíð til hetta, og tað hevur ikki givið vinnu og myndugleikum høvi veruliga at fáa royndir av hesi skipan. Tað er sera ørkymlandi, at tað yvirhøvur verður umhugsað at broyta skipan aftur longu nú.
Fyri tað fyrsta er lítið at ivast í, at føroyskir arbeiðsgevarar velja føroyingar framum útlendingar til møgulig leys størv, tí í allar flestu førum er tað munin lættari at hava fólk í starvi, sum megna føroyska málið. Tí er ikki væntandi, at lutfallið millum føroyska og útlendska partin av arbeiðsstyrkini fer at hækka næstu tíðina, kanska heldur hinvegin. Harafturat standa útlendingar fyri einum sera lítlum parti av samlaðu arbeiðsstyrkini.
Tosað verður sostatt um, at lata dyrnar aftur fyri útlendskari arbeiðsmegi um somu tíð, sum tað verður arbeitt við og tosa um, hvørt Føroyar skal hava tættari tilknýtið til ES við aðrari avtalu enn henni, vit hava í dag. Summi tosa enntá um ES limaskap. Hvussu skal Føroyar kunna knýta seg tættari at samstørvum, har frælsi fyri m..a. arbeiðsmegi er ein av høvuðstáttunum, tá vit ikki sjálvi tora at lata okkara dyrð upp fyri útlendinum?
Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at hetta ikki kann tulkast øðrvísi enn, at politiska skipanin ikki megnar at arbeiða fyri gagnligum og stabilum vinnukørmum í Føroyum, hvørki í góðum ella ringum tíðum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir sostatt staðiliga frá, at tann smidliga skipan, sum er fyri ES –borgarar verður broytt og at farið verður aftur til skipanina, sum var í gildið fram til 1. juli 2008.
FAKTA
Arbeiðsstyrkin í Føroyum er umleið 30.000 persónar. 220 arbeiðsloyvir eru givin eftir lógini, sum var broytt 1. juli 2008. Útlendingarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum standa sostatt fyri 0,73% av føroysku arbeiðsstyrkini.
Hóast arbeiðsloysi í Føroyum er hækkað, er tað tó enn lágt. Vanliga verður sagt, at sokallaða bygnaðarliga arbeiðsloysið liggur um 4%, sum er á leið tað arbeiðsloysið, vit hava í løtuni.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi