Útlendsk arbeiðsmegi kann loysa vælferðartrupulleikar

13. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Dansk Industri metir, at útlendsk arbeiðsmegi skal verða við til at loysa framtíðarinnar vælferðartrupulleikar.

Longu í 2018 fara at mangla 100.000 hendur á danska arbeiðsmarknaðinum, vísa tøl frá Institut for Fremtidsforskning sambært Berlingske Tidende. Tí skal Danmark ikki seta fleiri forðingar fyri útbúnum útlendingum, sum vilja arbeiða í Danmark. Tvørtur ímóti skulu hesar brótast niður, heldur DI.
Væl útbúgvin útlendsk arbeiðsmegi er ein fortreyt fyri, at vit kunnu varðveita tað vælferðarstøði, sum vit hava í dag. Tí hava vit tørv á at innflyta dugnalig starvsfólk, og har eru vit í harðari kapping við hini ES-londini. Tí skulu vit ikki byrja at leggja avgjøld á green card-skipanina ella annað, sigur Martin Steen Kabongo, leiðandi ráðgevi í DI.
Visiónin hjá DI er í samsvar við nýggj tøl frá Danmarks Statistik, sum vísa, at ein fimtingur av øllum í vinnuførum aldri í 2050 fara at hava eina aðra etniska bakgrund enn danska, og hetta er tað dupulta av tí, sum er í dag. Martin Steen Kabongo heldur eisini, at útlendsk arbeiðsmegi er besta boð uppá, hvussu framtíðarinnar vælferðartrupulleikar verða loystir.
Í Danmark hava vit í fleiri ár kjakast um, hvussu vit skulu fíggja vælferðarstatin í framtíðini. Her hevur útlendsk arbeiðsmegi higartil verið hin týdningarmesta loysnin á hesum trupulleikanum. 40.000 útlendingar hava arbeiðsloyvi í løtuni, og tey geva tí teirra til vælferðarsamfelagið, sigur Martin Steen Kabongo.
Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya