Niels

Útlendsk starvsfólk: Javnsetið krøvini hjá ES-ríkisborgarum og triðjalandsborgarum

04. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Politiska skipanin eigur at javnseta kravda arbeiðstímatalið hjá ES-ríkisborgararum og ríkisborgararum úr triðjalondum til 30 tímar.

Arbeiðstíðarkravið hjá útlendskum starvsfólkum eigur at vera 30 tímar um vikuna, sama um talan er um ES-ríkisborgarar ella ríkisborgarar úr triðjalondum. Hetta var eitt av tilmælunum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi legði fram á tiltakinum “Rætt til Ríkisborgararætt?”, sum varð hildið í Perluni fríggjadagin í farnu viku.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevði í sínari framløgu á tiltakinum júst sama tilmæli til politisku skipanina.

Hann mælti eisini politisku skipanini til at javnseta kravda vikuliga arbeiðstímatalið millum ES-ríkisborgarar og triðjalandsborgarar til 30 tímar. Í verandi skipan er kravið til ES-ríkisborgarar 30 tímar, meðan tað til triðjalandsborgarar er 40 tímar um vikuna. Niels Winther vísti m.a. á, at kravið um 40 tíma arbeiðsviku hevur verið ein ítøkilig forðing fyri, at útlendsk starvsfólk hava møguleika at fáa nóg mikið av undirvísing í føroyskum. Eisini legði hann afturat, at eingin haldgóð grundgeving er fyri at hava eitt hægri kravt tímatal, bara tí tú kemur úr einum landi, sum ikki er partur av ES.

Tilgongdin til arbeiðsmarknaðin fer at minka
Stjórin í Vinnuhúsinum nevndi eisini, at tilgongdin av føroyingum til arbeiðsmarknaðin fer at minka um nøkur ár. Orsøkin er, at burðartalið er fallandi, og nú er væl minni enn tað, sum skal til fyri at hava eina óbroytta tilgongd til arbeiðsmarknaðin. Tað skal í hesum sambandi havast í huga, at vit í Føroyum framvegis missa 20% av hvørjum ungdómsárgangi av landinum, tí bert helvtin at teimum, sum fara uttanlands at útbúgva seg, koma aftur til Føroya.

Samstundis vísa kanningar, at tað almenna og tað privata tilsamans fara at hava tørv á omanfyri 2000 starvsfólkum fram ímóti 2030. Hetta í einari støðu, har vit í Føroyum hava lægsta arbeiðsloysið og hægsta vinnutíttleika í Evropa, og tí er tað sera torført at fáa fleiri føroyingar í arbeiði.

Broyt markið
Stjórin í Vinnuhúsinum helt tí, at eisini aðrar broytingar krevjast. Eitt nú er neyðugt at broyta prosentmarkið fyri, nær sonevndu fast-track skipanirnar fyri bæði ES-borgarar og triðjalandsborgarar fara úr gildi. Tað merkir, at markið á 3,5% arbeiðsloysi, eigur at verða hækkað. Sjálvt við einum lutfalsliga lágum arbeiðsloysi á 3,5% fer tað at verða tørvur á starvsfólkum við røttu útbúgvingunum, sum ikki eru tøk í nóg stórum tali í Føroyum. Verða fast-track skipanirnar strikaðar, verður tað nógv torførari at fáa starvsfólk við røttu førleikunum.

Útlendsk starvsfólk stóran týdning
Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna. Tað vísir nýggja starvsfólkakanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon vísir, at yvir 70% av spurdu fyritøkunum hava útlendsk starvsfólk í starvi. Í stóran mun er talan um ófaklærd starvsfólk, men eisini faklærd og fólk við hægri útbúgvingum eru partur av starvsfólkahópinum hjá føroysku fyritøkunum.

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir