Væleydnað aliráðstevna

27. februar. 2012 | Tíðindi | Havbúnaður

Aftur í ár skipaði Havbúnaðarfelagið fyri áhugaverdari alisráðstevnu á Hotel Føroyum. Eini 270 fólk vóru savnað til ráðstevnuna, og nógvir áhugaverdir fyrilestrar vóru at hoyra á ársins aliráðstevnu.

Alivinnan hevur havt sera góð úrslit seinastu árini, og útflutningsvirði var umleið 1,6 mia. kr. í 2011, sum er met. Hans Jákup Mikkelsen, søluleiðari hjá Marine Harvest, metti um marknaðarútlitini fyri komandi árini. Hansara meting er, at prísurin kemur undir trýst komandi tvey árini, men at prísurin fer uppaftur í 2014. Tí verður útflutningsvirði neyvan eins høgt í ár, sum tað var í fjør, hóast nøgdin helst verður størri.
Bakkafrost hevði besta úrslit
Bakkafrost fór avstað við báðum virðislønunum fyri besta úrslit í 2011. Besta smoltstøðin í 2011 var smoltstøðin hjá Bakkafrost á Norðtoftum, á øðrum plássi var smoltstøðin hjá HiddenFjord á Fútakletti og á triðja plássi var smoltstøðin hjá Bakkafrost á Glyvradali.
Besta alistøð á sjónum var alistøðin hjá Bakkafrost í Árnafirði, á øðrum plássi var alistøðin hjá HiddenFjord á Gøtuvík og á triðja plássi var alistøðin hjá Bakkafrost í Hvannasundi suður.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setti stevnuna, og røðan kann lesast her.
Vinnuhúsið fer seinni at leggja fleiri fyrilestrar út á heimasíðuna, so at fólk kunnu síggja tilfarið, sum varð lagt fram á aliráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya