Væleydnað Aliráðstevna

07. mars. 2016 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan 2016 varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. mars. 350 fólk úr havbúnaðinum, undirveitarar, almennir myndugleikar o.o. hittust á Hotel Føroyum at fáa nýggja vitan og íblástur og at netverka. Framløgur vóru um støðuna í alivinnuni og útlit, nýggj vitan varð løgd fram og ljóskastarin varð serliga settur á avbjóðingar hjá vinnugreinini.

Á Aliráðstevnuni varð eisini Besta Handverk kosið fyri ávíkavist Alistøðir á sjónum og Smoltstøðir. Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum fekk aftur í ár heiðurin fyri smoltstøðirnar, við einum felli eftir útseting uppá einans 2,27 %. Besta Handverk hjá alistøðum á sjónum hevði Hvannasund Suður (A-21) hjá Bakkafrost við einum effektivitetsindexi á 126,0. Hetta var samstundis besta úrslit í øllum teimum árunum, sum hesin heiðurin er givin.

Bestu úrslitini vóru annars hesi:

Smoltstøðir:
Hellurnar – Marine Harvest: 2,27 % (felli eftir útseting)
Fútaklettur – Hiddenfjord: 2,51 % (felli eftir útseting)
Viðareiði – Bakkafrost: 2,86 % (felli eftir útseting)

Alistøðir á sjónum:
Hvannasund Suður (A-21) - Bakkafrost: 126,0 (effektivitetsindex)
Hvannasund Suður (A-11) - Bakkafrost: 116,2 (effektivitetsindex)
Fossá – Marine Harvest: 113,3 (effektivitetsindex)
Árnafjørður - Bakkafrost: 113,2 (effektivitetsindex)

Framløgur frá tiltakinum verða lagdar út á heimasíðuna fríggjadagin 11. mars.

Aliráðstevnan er árligt afturvendandi tiltak, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri, og komandi ár verður Aliráðstevnan hildin fríggjadagin 24. februar 2017.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L